Løgmaður á fund við NATO-aðalskrivaran

Løgmaður skal fríggjadagin hitta NATO-aðalskrivaran á NATO- høvuðsborgini í Brússel.

Á fundinum fara Bárður á Steig Nielsen og Jens Stoltenberg millum annað at umrøða trygdarpolitisku viðurskiftini um okkara leiðir. Eisini verður kunnað um áleikandi mál í NATO samstarvinum.

Bárður á Steig Nielsen er fjórði løgmaður í røðini, ið fær høvi at hitta ein NATO-aðalskrivara.

Í 2003 vitjaði Anfinn Kallsberg skotan George Robertson, í 2005 hitti Jóannes Eidesgaard hollendingin Jaap de Hoop Scheffer og í 2012 hevði Kaj Leo Holm Johannesen fund við Anders Fogh Rasmussen.

Løgmansskrivstovan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: