Løgmaður á almenna vitjan í Grønlandi

Frá leygardegnum 26. mars til hósdagin 31. mars er løgmaður á almennari vitjan í Grønlandi. Grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede er vertur fyri vitjanini.

Á fundi sínamillum skulu Løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin m.a. umrøða fiskiveiðusamstarv, arbeiðið í Arktiska Ráðnum og arbeiðið í Samstarvsráðnum, har Føroyar hava formansskapin.

Eisini skal løgmaður vitja Ilisimatusarfik, sum er fróðskaparsetrið í Nuuk. Har fær løgmaður høvi at skifta orð við lesandi.

Løgmaður vitjar eisini ymiskar fyritøkur í Nuuk, eitt nú Greenlandic Greenhouse, Royal Greenland, Royal Arctic Line og Tusass, har føroyingurin Kristian R. Davidsen er stjóri.

Vitjanin endar hósdag seinnapart, tá løgmaður við fylgi fer avstað aftur.

Hetta er fyrsta ferðin at Bárður á Steig Nielsen løgmaður, er á almennari vitjan í Grønlandi.

Løgmansskrivstovan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: