Lokal tíðindi

Ljós í hjartanum í Klaksvík

Í dag er stóri innflytingardagurin á Biskupstorgi. Hendan framskygda verkætlanin, sum Klaksvíkar kommuna í 2015 fór undir saman við Bústaðir, er komin hartil, at klárt er at flyta inn.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast saman við teimum, sum hava fingið tillutað ein bústað.

-Tað er ongin loyna, at arbeiðið hevur verið umfatandi, men hetta er ein stór verkætlan, sum Klaksvíkar býráð hevur arbeitt miðvíst við, og er tað eisini ein orsøk til, at málið er røkkið. Samstarvið við Bústaðir hevur verið ein týðandi liður í at fáa hesa verkætlanina lidna, og kunnu vit saman við Bústaðir fegnast almikið um, at ljós er komið í vindeyguni, sigur Jógvan Skorheim. Hann leggur afturat, at framtíðin á Biskupstorgi er sera bjørt, tí hesin stóri innflytingardagurin er bert byrjanin til okkara nýggja miðbý, sum vit eru ómetaliga spent til fer at taka skap.

Jógvan Skorheim sigur eisini, at hann vónar, at tey, sum næstu dagarnar fara at flyta inn, koma at trívast væl, og at tey fara at fáa gagn av teimum møguleikum, sum miðbýurin í framtíðini fer at veita teimum.

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.