Lívligur nýggjur Ægir sangur “Go Ægir”

Páll Isholm hevur gjørt ein nýggjan Ægir sang til okkara svimjara.
Sera góðir og hann er júst tað Ægir stendur fyri, lívligur og við fullum drøni fram, hetta skrivar Páll Isholm á sín Facebook vanga og hoyr sangin, sum er lagdur út á YouTube, klikk link niðast á síðuni.
Tá man ikki dugir so væl at svimja, so kann man altíð gera ein sang 😉
Magni Huusgaard fær tað at svinga við tangentunum, og Karl Martin Samuelsen syngur so frálíka væl.
Ein koronaheilsan til tykkum røsku svimjarar, sum blivu tvungnir at halda langan steðg, júst sum formurin var við at vera har. Men vit mugu bara halda á og rópa GO Ægir!!!
Koyrið ‘for’ frá og lurtið væl, tí hetta er júst sum í hylinum. Einki drál, men full ferð framm 🙂
SáH