Lítið og einki skil á Svøvnambulatorium í Føroyum

Undiritaði hevur bíða eftir einum C-pap tól v/tilhoyri (aircurve) í mánaðarvís, eftir at viðkomandi var hjá læknanum ímillum jól og nýttár í 2019.

Har kom undirritaði undir læknahond, tí eg hevði fingið eina fipurspreinging í búkin og ein danskur lækni staðfesti at so var, eftir at eg var blivin kannaður á røntgendeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Hann helt eisini fyri,  at undirritaði var alt ov feitur og tað var best at eg fór til ein kostráðgeva og so spurdi hann meg, um eg svav gott? og eg upplýstið honum, at tað gjørdi eg als ikki og so segði viðkomandi, at hann skrivaði meg eisini upp til at blíva kannaður fyri svøvnapnø.

6-8 vikur seinni fór eg til mín kommunulækna og tá gekk betur við mínari fipurspreinging, merki ikki serliga nógv til hana og eg spurdi læknan, hvussu gekk við mínari kanning viðvíkjandi svøvnapnø og kostráðgevanum og segði hann, at eg var blivin skrivaður upp.

Tann 21. juli var eg til fyrstu viðtalu hjá kostráðgevanum og tað hevur gingið nøkunlunda, eg havi tapt 17 kilo til jóla og so gingu 1-2 mánaðir og so slapp eg framat til Svøvnambulatoriið á Klaksvíkar Sjúkrahús og har bleiv staðfest at mítt svøvnapnø var sera vánaligt.

Tann 15.09.2020 hevði Heilsutrygd viðgjørt mítt C-pap tól(aircuve) og sagt skal vera frá, at sambært paragraf 10, stk. 1 í lógini um heilsutrygd, so havi eg fingið játtað eitt C-pap tól v/tilhoyri (aircuve) til láns ókeypist, men so er lítið og onki hent síðani.

Tosaði við Landssjúkrahúsið tann 29.12.2020 og tá søgdu tey at eg var í komin í eina kø hjá teimum…. sjá filmsklipp niðanfyri, har eg sigi mína hjartans meining.

SáH

Please follow and like us: