Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað 2. februar

Tann 2. februar kl. 19.30 lata dyrnar upp í Spinnaríðnum, har hátíðarhald verður og Listavirðisløn Nósoyar Páls eisini verður latin. Sjálvt tiltakið byrjar kl. 20.00 og er tiltakið ókeypis. Á skánni verða røður, tónleikur og aðrar framførslur, umframt at kaffi við onkrum leskiligum aftur við verður at fáa.

Listavirðisløn Nólsoyar Páls er ein listavirðisløn, ið varð sett á stovn í 2013 av Klaksvíkar býráð. Virðislønin er ein gáva á kr. 75.000,-, sum eitt sterkt og virkið vinnulív í býnum saman við býráðnum letur.
Virðislønin verður latin til eitt lokalt listafólk, sum á ein hvønn hátt hevur skarða framúr.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author