Líðhamar sloppin leysur aftur og landar nú til N.F.C.S.

Eftir at hava verið fastur við aliringarnar við Kunoyarnes í fleiri tímar, kom Líðhamar siglandi inn eftir vágna aftur, nú er klokkan 14.00.

Hann skuldi landa klokkan 09:45, men nú verður so landa. Teir hava havt ein góðan túr, endin kundi verið eitt sindur betur, men tíbetur hendi ongin fólkaskaði og heldur ikki sæst nakað á bátinum og ongir laksar vóru í ringunum.

Líðhamar hevur roynt norðan fyri Føroyar og hava teir heili 13.080 pund. 9.550 pund toskur, 3.450 pund hýsa, 20 pund hvítingur, 10 pund longa og 50 pund havtaska.

SáH

 

Slået op af Símun á Høvdanum i Torsdag den 1. november 2018

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author