Tað gongur sera væl hjá Líðhamar fyri tíðina. Teir hava rokast í fleiri dagar, ígjár høvdu teir 16.174 pund, tað mesta hýsa og toskur.

Í dag hava teir eisini rokast og landaðu teir beint fyri døgurða 17.110 pund, tað mesta hýsa og toskur. 10.200 pund hýsa, 6.600 pund tosk og restin annað fiskasla.

Landa bleiv á Eiði.

Líðhamar hevur nú ongar dagar eftir, so er at vóna at samgongan gerð skjótt av og letur teimum stóru útróðarbátunum fleiri dagar, so teir ikki vera noyddir at liggja við kaj í bestu fiskitíð. Hesar bátar tína so ongan stovn.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: