Líðhamar landaði 12.000 pund til Snarfrost í Miðvági

Tað er ikki á hvørjum degi, at útróðrarbátar frá Klaksvík landa til snarfrost í Miðvági, men tað gjørdi Líðhamar í gjár.
Teir høvdu roynt við lín vestanfyri Føroyar og tá er tað minni sigling at landa í Miðvági enn at sigla heilt til Klaksvíkar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.288 pund, helvt um helt toskur og hýsa, 6.000 pund toskur, 6.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag.
Teir komu aftur kl. 11:30 og fóru aftur til útróðrar seinnapartin og fiska nú vestanfyri.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: