Líðhamar landaði 10.520 pund og Norðsøki landaði 10.180 pund.

Um 10 tíðina í morgun kom Líðhamar á Klaksvík. Teir høvdu roynt við línu norðanfyri og høvdu 10.520 pund. 4.600 pund toskur, 5.800 pund og restin var annar fiskur.

Veiðan var boðin út á Fiskamarknaðinum Føroyar og landa bleiv til N.F.C.S.

Kl. 13.00 kom Norðsøki og hann landaði eisini til N.F.C.S. og høvdu teir 10.180 pund. Teir høvdu eisini roynt norðanfyri. Teir høvdu 5.000 pund tosk, 5000 hýsu og restin annar fiskur. Veiðin var eisini boðin út á Fiskamarknaðinum Føroyar.

Beint fyri klokkan 17.00 fóru Norðsøki og Líðhamar út eftir Vágni aftur til fiskiskap.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author