Líðhamar komin aftur við 12.500 pundum

Fyri løtu síðani kom Líðhamar aftur. Teir hava roynt við línu í Djúpunum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.500 pund á 42 stampum, tað mesta var hýsa og toskur.

Landa bleiv til NFCS og nú taka teir ís inn.

Myndir Jógvan Heinesen.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author