Líðhamar kom aftur klokkan 05:30 í morgun við 13.000 pundum

Líðhamar sum fór avstað kl. 15:15 í gjár og sum hevur roynt við línu norðan fyri Føroyar í illveðrinum í nátt, hevði gott fiskarí hóast vánaliga veðrið.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.866 pund, tað mesta hýsa og toskur, 7.400 pund hýsa, 5.458 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS klokkan 07:00 í morgun.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 04-12-2019 04-12-2019 6.533
Líðhamar, mynd tikin tann 04.12.2019 klokkan 05:37
Líðhamar, mynd tikin tann 04.12.2019 klokkan 06:14

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author