Líðhamar kom aftur kl. 09:30 og hevði 12.000 pund

Í oysandi regninum í morgun kom Líðhamar aftur til Klaksvíkar. Teir høvdu roynt sunnanfyri Borðoyavík og var fiskiskapurin rímuligur.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 11.570 pund, tað mesta hýsa og toskur, 6.000 pund hýsa, 5.400 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: