Líðhamar hevur rokast í ódnarveðrinum og høvdu 14.000 pund í dag

Í meðan alt landi hevur ligið lami av hervligu ódnarveðrinum, hevur Líðhamar verið til útróðrar í nátt og í morgun. Teir hava roynt við línu norðanfyri Føroyar.
Veðrið hevur verið alt annað enn gott, stormur og kolandi stormur í hvirlunum, so tað var lítið í væntu, men væl royndist, teir fingu nógv av fiski.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 13.840 pund, tað mesta hýsa og toskur, 8.000 pund hýsa, 5.800 pund toskur og restin annað fiskaslag.
Teir koma aftur kl. 12:00 í dag og landa bleiv til NFCS. Sjá filmsklipp herundir.
SáH
Lýsing Atlantic Airways
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: