Líðhamar, mynd tikin í morgun klokkan 09:13, tá ið hann bleiv landaður.
Líðhamar kom aftur klokkan 09:00 í morgun. Teir høvdu roynt við línu.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.460 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.830 pund hýsa, 2.450 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.