Líðhamar hevði 9.000 pund í dag

Líðhamar kom aftur beint fyri døgurða í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.020 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 7.800 pund hýsa, 1.100 pund toskur og restin annað fiskslag, sjá søluna herundir.
Líðhamar var eisini til útróðrar leygardagin og tá høvdu teir 7.182 pund, sjá søluna herundir.
Landa bleiv til NFCS.
SáH
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 29-08-2020 | 29-08-2020 | 3.591 |
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 31-08-2020 | 31-08-2020 | 4.510 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: