Líðhamar hevði 9.000 pund í dag

Líðhamar er komin aftur frá útróðrið. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.750 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 7.050 pund hýsa, 1.250 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Líðhamar var eisini til útróðrar mánadagin, týsdagin og mikudagin, sjá sølurnar herundir.

Skipar á Líðhamar er Petur J. Svøðstein.

Landa verður til NFCS júst nú.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 28-10-2021 28-10-2021 4.375
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 27-10-2021 27-10-2021 4.030
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 26-10-2021 26-10-2021 3.625
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 25-10-2021 25-10-2021 4.061

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: