Líðhamar hevði 8.500 pund í dag

Líðhamar kom aftur frá útróðrið klokkan 06:17 í morgun. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.472 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 5.120 pund hýsa, 1.650 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Líðhamar var eisini til útróðrar í gjár og tá høvdu teir 10.000 pund.

Landa bleiv til NFCS og byrjaði teir at landa Líðhamar klokkan 07:00 í morgun.

Her myndir tiknar í morgun tann 04.11.2022.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 04-11-2022 04-11-2022 4.236

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: