Líðhamar hevði 7.100 pund í dag

Líðhamar kom aftur klokkan 10:45 í dag. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 7.124 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 6.300 pund hýsa, 450 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Líðhamar hevði 8.500 pund í gjár og mikudagin høvdu teir 10.000 pund, tá bleiv landa á Eiði.
Í dag landa teir til NFCS og eru teir byrjaður at landa Líðhamar júst nú.
SáH
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 14-08-2020 | 14-08-2020 | 3.562 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: