Líðhamar hevði 11.500 pund í dag

Líðhamar kom aftur klokkan 12:00 í dag. Teir høvdu roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 11.430 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 8.500 pund hýsa, 2.800 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Líðhamar var eisini til útróðrar týsdagin og tá høvdu teir 12.550 pund.

Landa bleiv til Snarfrost í Miðvági.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 13-01-2021 13-01-2021 5.715
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 12-01-2021 12-01-2021 6.275

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author