Líðhamar hevði 11.000 pund í dag


Líðhamar kom aftur klokkan 12:00 í dag. Teir høvdu roynt við línu vestanfyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.964 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 9.000 pund hýsa, 1.500 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Líðhamar var eisini til útróðrar týsdagin og tá høvdu teir 12.000 pund og mánadagin høvdu teir 11.108 pund.
Landa bleiv til Snarfrost í Miðvági og skiparin var Petur J. Svøðstein.
SáH
LÍÐHAMAR – ( KG 602 )(SNARFROST)-07-10-2020 5.482
LÍÐHAMAR – ( KG 602 )(SNARFROST)-06-10-2020 5.956
LÍÐHAMAR – ( KG 602 )(SNARFROST)-05-10-2020 5.554
SO VERÐUR TAÐ GJØRT – Símun á Høvdanum skal nokk stríðast fyri Klaksvík
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: