Líðhamar hattrick, yvir 16.000 pund teir síðstu tríggjar dagarnar

Tað gongur serstakliga væl hjá Líðhamar, teir hava sanniliga rokast teir síðstu tríggjar dagarnar og hava gjørt hattrick, teir hava fiska yvir 16.000 pund í tríggjar dagar og hava eisini fiska mest av øllum útróðrarbátunum hesar dagarnar.

Tann 29. januar høvdu teir 16.710 pund, tann 30. januar høvdu teir 16.100 pund og í dag hava teir 16.180 pund, tað keðiliga er, at teir ikki hava landa í Klaksvík hesar dagarnar. Í dag hava teir roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og høvdu teir 16.180 pund, tað mesta hýsa, 11.000 pund hýsa, 5.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa blívur til Snarfrost klokkan 13:00 í dag.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 31-01-2020 31-01-2020 8.090
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author