Líðhamar góðan túr í dag, heili 16.000 pund

Líðhamar, sum fór til útróðrar kl. 16:30 ígjár hevur havt ein góðan túr í hesum vánaliga veðrinum.

Teir hava roynt við línu og hava boða frá landing nú kl. 10:00.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 15.800 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 9.400 pund tosk, 6.200 hýsa og restin annað fiskaslag.

Landa verður til NFCS.

SáH

Myndir tiknar ígjár, tá ið Líðhamar fór til fiskiskap.

LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS 08-10-2019 7.900 kg.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author