Líðhamar góðan túr í dag, heili 12.500 pund

Líðhamar, mynd tikin tann 22.11.2022 klokkan 09:06 tá ið hann kom aftur av góðum túri í morgun.

Líðhamar kom aftur klokkan 09:10 av góðum túri. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.510 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 10.000 pund hýsa, 2.350 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Skipari var Petur J. Svøðstein.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 21-11-2022 21-11-2022 6.255

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: