Líðhamar góðan túr í dag, 16.000 pund

Líðhamar kom aftur klokkan 11:15 í morgun. Teir hava fiska við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 15.910 pund, tað mesta hýsa og toskur, 11.600 pund hýsa, 4.300 tosk og 10 pund longa, sjá søluna herundir.
Landa bleiv til NFCS kl. 12:00.
Líðhamar hevði 17.000 pund í gjár og tað var eisini ein sera góðir túrur, men tá landaðu teir á Eiði.
SáH
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 18-02-2020 | 18-02-2020 | 7.955 |
Lýsing Norðoya Portalurin
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: