Líðhamar góðan túr í dag, 13.000 pund

Líðhamar kom aftur klokkan 13:30 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.984 pund á 45 stampum, tað mesta var hýsa og toskur, 9.200 pund hýsa, 3.700 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Við vóru tríggir mans og skipari var Petur J. Svøðstein.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 30-04-2020 30-04-2020 6.492
Líðhamar, mynd tikin tann 30.04.2020 klokkan 13:57
Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author