Líðhamar er komin aftur við 9.000 pundum

Líðhamar, mynd tikin tann 17.02.2022 klokkan 11:28

Líðhamar kom aftur klokkan 11:30 í morgun. Teir hava roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.000 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 6.500 pund hýsa, 2.450 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa verður til NFCS beint nú.

Líðhamar var eisini til útróðrar í gjár, tá høvdur teir 10.144 pund, men tá blivu teir sleipaður til lands, sjá filmsklipp herundir.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 17-02-2022 17-02-2022 4.500
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 16-02-2022 16-02-2022 5.072

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: