Líðhamar 12.000 pund mánadagin og 9.000 pund í gjár

Tað gongur enn gott hjá okkara útróðrarmonnum. Teir fáa hópin av fiski og ein av okkara bestu útróðrarbátum er Líðhamar, tó hann ikki hevur verið bestir í gjár, men so plagar hann at vera bestir.
Líðhamar hevði 12.000 pund mánadagin og tað mesta var hýsa og toskur, 8.000 pund toskur, 3.900 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Í gjár høvdu teir 9.000 pund.
Landa bleiv til NFCS.
SáH
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 24-02-2020 | 24-02-2020 | 6.000 |
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 25-02-2020 | 25-02-2020 | 4.464 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: