Lið Tíðindi // KÍ – NSÍ

Her tað nýggjasta um hópin frá okkara venjara toymið undan dystinum ímóti NSÍ sunnudagin kl 15:00.

Deni Pavlovic
Venur við fullari ferð og tað gongur væl. Røntgenmynd skal staðfesta um hann er klárur at spæla við aftur komandi dystirnar.

Óli
Er í gongd við rennivenjing og tekniska venjing. Alt gongur eftir ætlan og vit vænta at hann verður spælklárur um uml. 10 dagar.

Mikkja á Bergi
Spældi ein hálvleik móti Undrinum. Alt gekk væl og hann er nú eftir drúgvan skaðasteðg komin fyri seg aftur.

Ólavur Niclassen
Spældi somuleiðis ein hálvleik móti Undirnum og alt gekk eftir ætlan. Ólavur er klárur aftur eftir at hava verið darvaður av skaðum síðan miðan januar.

Takuya
Beklaði móti ÍF og hevur fingið viðgerð hesa vikuna umframt at hann venur uppaftur. Er ivasamur til vikuskiftið, men verður testaður sunnumorgunin fyri at vita um hann er dystarklárur.

Torbjørn
Spældi 30 min móti Undrinum og føldi einki til skaðan. Hann er tøkur aftur og nú eru vit í holt við at byggja dystarfomin uppaftur.

Kelda: KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.