Eitt av málunum, sum eg vil arbeiða við, eru lestraríbúðir til tey, sum fara til Danmarkar í lestrarørindum. Øll sum fara niður í lestrarørindum vita, hvussu trupult tað ofta kann vera at fáa bústað í lestrartíðini.

Tað er møguliga avmarkað, hvussu nógv eitt fólkatingsumboð kann gera við hendan bústaðartrupulleikan. Eg vil so íhvussu er gera alt tað sum stendur í míni makt at ávirka teir røttu myndugleikarnar fyri at betra um atgongdina til lestraríbúðir. Eg vil arbeiða fyri at føroysk lesandi blíva raðfest í tillutanini av lestraríbúðum.

Bústaður er ein grundleggjandi tørvur hjá okkum øllum og serliga hjá teim ungu, sum fara heimanífrá í lestrarørindum. Eg vil tí raðfesta hetta økið høgt.

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: