Leikur og leskiligur biti á Eðge í Mikladali

Føroyingar, ið ferðast í egnum landi:

Leikur og leskiligur biti á Eðge í Mikladali

Komið og njótið blíðskapin á Eðge í Mikladali í summar. Fá eina heildaruppliving, stórsligna náttúru, leskiligt ábit og leik um kópakonuna. Til ber at spáka sær ein túr oman á helluna at síggja standmyndina av kópakonuni, – rúnarbundin til ævigar tíðir.

Eðge er gamalt pakkhús, sum er bygt um til Kafe. Í kjallaranum er hugnaligt rúm, har leikurin verður framførdur. Pláss er fyri 30 áskoðarum.

Kópakonan – í øðrum hami.

Vit kenna øll søgnina um kópakonuna í Mikladali, vøkru havsins gentu, sum varð rænd ham sín og noydd at giftast mikladalsmanni. Øll hava eina ímynd av hvussu hamurin sá út, kistan og lykilin. Í søgukjallaranum á Eðge verður søgnin fortald á kenslubornan hátt. Søgugongdin er samantvinnað við persónligari frásøgn við eskimoiskum ísletti. Alt knýtt saman við stemningsfullum tónleiki. Leiktíð uml. 45. minuttir.

Handrit og leikari: Eyð Matras
Tónleikur og tónleikari: Magni Husgaard
Leikstjórn: Sigrún Valbergsdóttir .

Busssambandið er gott, so ikki er neyðugt at hava bil við í oynna.

Atgongumerkið fæst á atgongumerkid.fo.
Prísurin pr. persón er 495kr og við í prísinum fært tú leskiligt ábit, áðrenn sýningina og suppu og dessert aftana sýningina.
Aldursmarkið er 10 ár.

Please follow and like us: