Leiguíbúðirnar frá 5.600 kr. og til 10.900 kr. í Biskupstorginum

Nú er tað so avgjørt, at fólkini sum hava bíða í sera langa tíð, sleppa inn í íbúðirnar í Biskupstorginum tann 1. mai.
Leiguprísurin fara at vera 5.600 kr. fyri ein 60 kvm íbúð og heilt upp í 10.900 kr. um mánaðin fyri teir stóru. Aftur at hesum prísinum kemur hiti og el.
Tað eru 30 íbúðir í Biskupstorginum og er tað Bústaðir sum stendur fyri leiguprísinum.
Her innslag frá Kringvarp Føroya, klikk her: “11.000 fyi leiguíbúðir í Klaksvík”
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: