Leiga Dávavirkið fyri 25.000,00 kr. um mánaðin og eigarin fær 600.000,00 kr. í lumman í leigu

Nógv verður skriva um leigu av almennum bygningum í Tórshavn, har leigan er sera órímulig, men hvat við at vit hyggja eftir, hvar Klaksvíkar Kommuna leigar bygningar fyri í Klaksvík.
Klaksvíkar Kommuna leigar ein part av Dávavirkinum fyri 25.000,00 kr. um mánaðin umframt hita og ravmagn, er tað rímuligt og hvat kostar leigan pr. ferðmeturin?
Mín meining er tann, at tað er ein alt ov høg leiga fyri tað í Kommunan fær aftur fyri pengarnar. Nú veit eg ikki, hvat eigarin av Dávavirkinum keypti húsið fyri, men sum eg minnist, so var tað ein sera lítil upphædd og tað man hava verið eitt sera gott keyp, tá ið Klaksvíkar Kommuna er ein av leigarnum og í framtíðini fíggjar bygningin fyri stóra leigu, tí leigumálið er ikki alt Dávavirkið, men bara ein partur av Dávavirkinum. Onnur feløg leiga eisini í bygningum, so Dávavirkið kann kallast sum ein ordans pengamaskina í løtuni.
Í frágreiðini um málið, sum bleiv samtykt á almenna býráðsfundinum mikudagin, har verður sagt, Tingingar hava verið við leigara um møguligt minni leigumál og tilsvarandi minni leigugjald – hetta í sambandi við leingjan av verandi leigusáttmála á Dávavirkinum, sum gongur út 1. januar 2019. Tó eru vit ikki komin á mál við at skerja leigumálið og tískil verður leigugjaldið hetta:
Leigugjaldið, sum verður goldið tann fyrsta í hvørjum mánað, er kr. 20.000,- + MVG umframt hita og ravmagn. Fyri ravmagnsútreiðslur rindar leigari sambært serskildum el-mátara.
Samgongukvinnan Beinta Klakstein stemmaði ímóti
Tað glógvaði í einum Býráðspolitikkara mikukvøldið og tað var Beinta Klakstein, sum situr í samgongu við Jógvan Skorheim, hon stemmaði ímóti, øll hini stemmaðu fyri, hví hinu stemmað fyri skilji eg ikki, her viðmerkingini frá Beintu Klakstein um leigumálið:
Ein minniluti, Beinta Klakstein, tekur ikki undir við tilmælinum men mælir til, at virksemið verður í øðrum hølum hjá kommununi, og at leigusáttmálin ikki heldur fram.
Sostatt fekk eigarin av Dávavirkinum 600.000,00 kr. í lumman fyri leiguna mikukvøldið, gott at kenna tey høgu í Klaksvíkar Kommunu.
SáH
Her dagskráin fyri fundin tann 31.10.2018, klikk her: “Opin Býráðsfundur Klaksvíkar Kommuna 31102018.”