Tíðindi Vinna

Leiðarin á Virkisdeildini er settur

STARVSSETAN: Landsverk hevur framt bygnaðarligar broytingar, og í hesum sambandi skulu triggir nýggir deildarleiðarar setast; ein fíggjarleiðari, ein starvsfólkaleiðari og ein leiðari á Virkisdeildini. Fyri góðari viku síðani var fíggjarleiðarastarvið sett, og nú er Boði Haraldson settur sum leiðari á Virkisdeildini.
Boði Haraldson er 58 ára gamal, útbúgvin verkfrøðingur, og hevði drúgvar royndir sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu, áðrenn hann kom í starv sum rakstrarleiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki á heysti 2016.

Afturat hesum báðum nýggju deildarleiðarunum skal í næstum setast ein starvsfólkaleiðari, og tá er leiðslan á Landsverki aftur fullmannað.

Landsverk hevur um hendi vega-, havna og byggiharrauppgávur, er ráðgevi hjá myndugleikum, og ger ætlanir og forkanningar í sambandi við landsvegir, tunlar, havnir, bygningar, tyrlupallar og innan flogvalløkið. Somuleiðis hevur stovnurin um hendi alt viðlíkahald av landsins ognum, umframt framleiðslu og sølu av gróti, skervi og asfalti.

Boði Haraldson tekur við starvinum beinanvegin sum leiðari á Virkisdeildini á Landsverki.

Landsverk

Lýsing Webshop.fo

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *