Latið nú útróðrarbátarnar í bólki 5A og 5B fiska frítt

News.fo og Norðoya Portalurin ganga inn fyri at útróðrarbátarnir í bólki 5A og 5B sleppa at fiska frítt.

Veðrið og fiskaríið hevur verið gott í 2019, tí hava dagarnir verið uppi fleiri ferðirí ár, men vendir tað hinvegin, har veðrið ikki spælir við, so klára bátarnir í bólki 5A og 5B  ikki at fiska allar dagarnar upp. Teir eru sera avmarkaðir av veðri og streymi  og tí skulu útróðrarbátarnir sleppa at fiska frítt, so einkult er tað at gera eina nýggja lóg. Rokni eisini við at tað fer at spara umsiting og nú Vørn skríggjar eftir eftirlitsfólki, so kunnu fólkini sum hava eftirlit við útróðrarmonnum taka aðrar uppgávur á seg.

Símun á Høvdanum

Janus skrivaði hetta á sín Facebookvanga tann 29. november:
Loyvi mær líka at senda mína ‘høgtvirdu tøkk’ til fyrrverandi fiskimálaráðharran og embætisfólk í Havn fyri at fultrikni útróðrarbáturin hjá okkum, M/B ANRU, nú er lagdur fyri restina av árinum, og fýra útróðrarmenn í fulltíðarstarvi harvið arbeiðsleysir inntil 1 januar.
Hetta vegna ‘fantastisku’ evnini sum hesi fólk hava at skilja og gera kunngerðir, sum stýra umstøðunum í føroysku fiskivinnuni; í hesum førinum viðvíkjandi bólki 5A og 5B.
Sjálvt um M/B ANRU telist í millum bestu útróðrarbátar í heyst (hvis ikki tann besti) og hóast bólkur 5A ikki er lagdur, so er ‘óheppin’ kunngerð hjá omanfyrinevndu beinleiðis orsøk til at M/B ANRU nú er løgd og menninir sendir til hús. Hetta tí tey (við fyrrnevndu kunngerð í hond) hava blakað ANRU í bólk 5B.
Høvdu embætisfólk í Havn funnið seg í tílíkum arbeiðsumstøðum og viðferð? Nei eg hugsi ikki!

Í kvøld eru mínir tankar fyrst og fremst hjá Gunduri, manningini á M/B ANRU og teirra familjum. Tað er, tá órættvísi sýnist stórst, at mann finnur sínar vinir.

Janus Rein

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.