Lat okkum øll betala 20,00 kr, seta tunnilsgjald á Kollafjarðatunnilin

Nú øll í Føroyum eru so sera glað fyri at gjalda 20,00 kr. í tunnilsgjaldi, so er mítt uppskot, at vit seta tunnilsgjald á Kollafjarðatunnilin á 20,00 kr. og taka tunnilsgjaldskipanina niður í Norðoya Tunnilinum og Vága Tunnilinum og flyta hana til Kollafjarðatunnilin, tað skuldi ikki kosta tað stóra at flutt innkrevingina til tann tunnilin og  allir trupuleikar vera loystir, tí so kunnu hesar 20,00 kr. brúkast til viðlíkahald til Kollafjarðatunnilin, Norðoya Tunnilin og Vága Tunnilin.

Á tann hátt sleppa øll at betala 20,00 kr. og hevur nakar ikki hug at gjalda tunnilsgjald, so kunnu tey koyra eftir oyggjavegnum.

Sera einkult, øll vera nøgd og tey sum vilja gjalda meira kunnu koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Vilja tit ikki tað í Føroyum, ja, so taka vit tunnilsgjaldsskipanina niður í Norðoya Tunnlinum og Vága Tunnlinum og ongin betalur nakað.

Símun á Høvdanum

Filmsklipp eftir útvarptíðindi klokkan 12:20 í dag, klikk filmsklipp her:

Lýsingarprísir, klikk á bannaran

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: