Lønin hjá tímaløntum aftaná skatt er lægri enn tað almannastovan veitur. Almannaveiting er útrokna eftir tí minsta fólk noyðast at hava fyri at yvirliva. Pensjónir eru eisini útroknaðar eftir at fólk eru skuldarfrí í egnum húsum. Tímalønt hava ongan møguleika at seta føtur undir egið borð.

Neyðugt verður onkursvegna at lyfta tímalønt og tey sum eru í S&K upp í løn. Upp til tað, sum svarar til 30.000 kr. Pr. Mána. Annars hava føroyingar ikki ráð at taka hesi størv.

Ein máti er at hækka lønina, men tá minkar kappingarføri og arbeiðsplássini verða færri. Tað er eisini eitt mál millum partar á arbeiðsmarknaðinum.

Eftir er so møguleikin at lækka avgjøld. Vit tosa um kanska um 3.000 kr. Pr. Mána. Tað eru nógvir pengar.

Pengar tróta ikki, tá tey sum tjena væl meira skulu hava lønarlyft, færri arbeiðstímar ella hægri løn. Eg meini at rættast er at byrja á niðastu rók.

Alt ber til, um viljin er til staðar. Ivaleyst verður neyðugt at rationalisera aðrastaðni. Og tað er óiva orsøkin til at ongin tosar um tey á niðastu rók.

Vit sleppa tá undan at innflyta arbeiðsmegi tí vit sjálvi ikki hava ráð at taka hesi størv. Vit fáa meira fyri pengarnar aðrastaðni. Vit lækka kostnaðarstøði í samfelagnum. Pensjónin røkkur longri. Tað sær út til at verða á leið sjálvfíggjandi.
Oljuavgjaldið er helst eitt gott stað at byrja.

Vel ein, sum hevur royndir at umsita pengarnar hjá øðrum. Vel ein, sum hevur virðing fyri pengunum hjá øðrum. Vel ein sum fær almennar pengarnar at røkka langt.

Um tú ynskir broytingar… Um tú ynskir tingfólk sum avrika…

Set x við Eivind Jacobsen
Valevni Fólkafloksins

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: