Lat okkum byggja nýggja Røktarheimi norðan fyri Heimið við Vágna nú

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, var í Klaksvík miðskeiðis í september mánaðinum, har kom hann við møguleikanum, at gera eitt nýtt røktarheim í Klaksvík.

Røktarheim hoyra undir Kommurnar, men ætlanin er at røktarheimi á Klaksvíkar Sjúkrahús, ið hoyrir undir Landsstýrinum skal flyta út.

Í løtuni húsast búfólk í Niðri stovu og á Uppi stovu í núverandi røktarheiminum á Klaksvíkar Sjúkrhúsi, á tann hátt fær Klaksvíkar Sjúkrahús meira pláss og kann gerast uppaftur meira tíðarhóskandi og betri.

Haldi at Klaksvíkar Kommuna skal gera skjótt av og biðja um ein fund við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum og eitt upplagt staðseting er at vit byggja eitt nýtt røktarheim beint við síðuna av Heimið við Vágna, eitt nú norðureftir ella suðureftir, sjá tekning, kanska betur norðureftir, tí har er fylt út og er næstan klárt at byggja. Tilfar til útfylling hava vit ríkiligt av, bæði við útbyggingini á Fossum og Tunlar norður um fjall.

Eisini er staðsetingin góð, tí so kann man brúka hentleikarnar í heiminum við Vágna til nýggja partin av røktarheiminum og so kundi man byrja at bygt beinanvegin.

Røktarheimi kundi verið bygt í stigum, alt eftir fíggjarstøðuni hjá kommuni  og eftir tørvinum hjá okkara eldru.

Nú eru 14 fólk á bíðilistanum og byrjar man at byggja norðureftir fyrst í 2023, so kundi man bygt til tey sum búgva á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyrst og sum skulu flyta úr røktarheiminum og tað skuldi ikki kosta Klaksvíkar Kommunu tað stóra.

Parturin hjá Landsstýrinum skal vera at byggja røktarheimi við øllum tíðarhóskandi hentleikum, so hesi fáa eitt nýtt heim at búgva í og so kann parturin hjá Klaksvíkar Kommunu at gera økið byggiklárt.

Hetta skuldi verið eitt einastandandi uppskot, bæði fyri landi og Klaksvíkar Kommunu, her mynd av økinum við Sævargøtu og Faktorsvegi, sjá niðanfyri.

Símun á Høvdanum, Býráðslimur

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: