Langa Lina langomma søguløta tann 11. december

Í sambandi við, at vakra barnabókin, Langa Lina langomma, kom út um mánaðarskiftið november-desember, verður skipað fyri hugnaligari søguløtu við rithøvundinum Aðalbjørg J. Linklett 🥰

Søguløtan verður í Klaksvíkar bókasavni leygardagin 11. desember kl. 12 📖 Annika Egholm, býarbókavørður í Klaksvíkar bókasavni, fer at hava eina stutta samrøðu við Aðalbjørg um bókina, og síðani fer Aðalbjørg at lesa úr bókini fyri børnum, sum eru umleið 3-7 ár.

Victoria á Lakjuni kemur eisini at syngja nøkur jólaløg 🎄🎼

Um bókina:
Langomma hevur ikki altið verið langomma. Hon hevur eisini verið omma, mamma og eitt barn – líka sum eg, hugsar lítli drongurin, ið er so heppin at eiga eina fitta langommu, sum fegin vil nana og siga frá søgum 👵❤️

Annika Øyrabø hevur myndprýtt bókina 🎨

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út

Klaksvíkar Bókasavn

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author