Landsstýrismaðurin vitjað Kvinnuhúsið

Seinnapartin vitjaði Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, Kvinnuhúsið.

Kvinnuhúsinum hevur virkað síðan 1990 og her kunnu kvinnur fáa friðskjól og ráðgeving, vegleiðing og hjálp til sjálvhjálp. Talan er bæði um eina opna ráðgeving eins og til ber at búgva á Kreppumiðstøðini eitt tíðarskeið, saman við møguligum børnum.

Landsstýrismaðurin fekk á vtjanini høvi at síggja umstøðurnar og fekk eisini frágreiðing um virksemið hjá Kvinnuhusinum.

Á Kvinnuhúsinum eru 3 starvsfólk, umframt at 35 kvinnur arbeiða sjálvboðið í vaktarskipanini. Møguligt er hjá kvinnum, útsettar fyri harðskapi, at ringja og/ella flyta inn á Kreppumiðstøðina alt samdøgrið.

Kvinnuhúsið skipar fyri samrøðubólkum fyri harðskapsraktar kvinnur, har tær so hittast, deila upplivingar, finna loysnir og stuðla hvørji aðrari.

Eisini er tað møguligt hjá harðskapsraktum at fáa ókeypis viðtalur hjá sálarfrøðingi í Kvinnuhúsinum.

Á myndini eru, umframt Sólvit E. Nolsø, landsstýrismann, nevndarlimir og starvsfólk í Kvinnuhúsinum.

Almannamálaráðið

Lýsingarprísir klikk logo
Lýsingarprísir klikk logo
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: