Landsstýrismaðurin legði krans til minnis um Holokaust

Undir vinnuferðini í Ísrael í síðstu viku vitjaði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, á Holokaust savninum, Yad Vashem, í Jerusalem.

Undir vitjanini legði landsstýrismaðurin krans vegna Føroya landsstýrið á minnisvarðan í Vad Vashem, ið er til minnis um jødarnar, sum vóru týndir undir 2. heimsbardaga.

Vad Hashem er almenni minnisvarði yvir Holokaust í Ísrael. Vad Hashem varð sett á stovn í 1953, og navnið stavar frá Esaias 56: 5 “Teimum skal Eg í húsi Mínum og innan fyri múrar Mínar geva minni og navn (Yad Vashem), sum er betri enn synir og døtur – Eg skal geva teimum ævigt navn, sum ikki skal verða útstrikað.”

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: