Landsstýriskvinnan raðfestir borgarar millum 18-66 ár

Í broytingaruppskotinum, sum er sent løgtingsins fíggjarnevnd, hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum valt at raðfest borgarar millum 18-66 ár, soleiðis at hesi ikki detta niðurímillum.

Borgarar á Herberginum fáa røkt

Herbergið hevur víst á, at tað er ein stór avbjóðing at hýsa fólki, sum umframt at hava víðfevndar sosialar trupulleikar, eisini eru vorðin røktarkrevjandi. Tørvur er á einum røktarheimi til hesar borgarar. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, hava í felag funnið eina fyribils loysn, soleiðis at hesir borgarar fáa hjálp.

Herbergið átekur sær at hýsa teimum og fær í hesum sambandi eina játtan, sum er ætlað til at seta starvsfólk til røktaruppgávuna. Landsstýriskvinnan fegnast um loysnina og sigur í viðmerking, at hon hevur stóra virðing fyri tí arbeiði, sum teir sjálvbodnu felagsskapirnar gera í mun til húsa fólki, sum hava víðfevndar sosialar trupulleikar, og ikki eru før fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað.

Fleiri dag – og arbeiðstilboð til borgarar undir 67 ár, sum hava demens

Landsstýriskvinnan í almannamálum skipar fleiri dag- og arbeiðstilboð til borgarar undir 67 ár, sum hava demens.

Eitt av sokallaðu markamótum millum land og kommunur hevur verið dagtilboð til borgarar, sum hava demens og eru undir 67 ár. Markamótsnevndin hevur staðfest, at tað er landið, sum hevur ábyrgd av hesi uppgávu, og í 2017 lat eitt dagtilhald upp í Tórshavn. Tørvur er á fleiri slíkum tilboðum uttanfyri miðstaðarøkið, og landsstýriskvinnan ætlar at skipa eitt líknandi tilboð í komandi ári.

– Tað er sera umráðandi, at vit skapa karmar fyri, at fólk kunnu vera virkin so longi sum gjørligt, og tað er eisini týdning at tey, sum búgva saman við fólki, sum fáa demens og líknandi avbjóðingar, kunnu varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin og kenna seg trygg við og at hond verður tikin um tann demensrakta, meðan tey eru til arbeiðis, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Landsstýriskvinnan hevur eisini valt at styrkja virksemið hjá Dugna soleiðis, at persónar, sum hava skerdar arbeiðsførleikar orsakað av demensi, alzheimer og líknandi avbjóðingum, fáa møguleikan at fáa arbeiðstilboð, eins og samgonguskjalið leggur upp til.

Alzheimerfelagið hevur á fundi við landsstýriskvinnuna víst á, at persónar, sum hava demens, ofta hava torført við at varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og at tað vanta arbeiðstilboð, sum eru tillagað teim avbjóðingum, sum fylgja við, tá ein fær demens, alzheimer ella líknandi sjúku.

Raðfestingarnar eru liður í arbeiðinum hjá samgonguni at gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag og at loysa eitt av markamótunum, sum hava verið millum land og kommunur eftir at kommunurnar yvirtóku heimatænastuna, eldrarøkt o.a. í 2015.

Almannamálaráðið

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.