Landsstýrið er mannað, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fær almannamál

Skulu vit taka søgurnar hjá in.fo og jn.fo fyri góða vøru, so vera tað hesi fólkini, sum fara at mannað Landsstýrið tey næstu fýra árini. 6 mans og ein kvinna og hana eiga vit, tað er okkara sterka kvinna Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum verður Landsstýriskvinna í almannamálum. Hetta eru tey nýggju Landsstýrisfólkini:

Sambandsflokkurin
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumál
Helgi Abrahamsen, vinnu-, orku-, umhvørvis- og innlendismál

Fólkaflokkurin
Jørgen Niclasen, fíggjarmál
Jacob Vestergaard, fiskivinnumál
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, almannamál

Miðflokkurin
Jenis av Rana, menta, skúla- og uttanríkismál.

Nú klokkan 9 verður tíðindafundur, har samgonguskjalið verður undirskrivað og kunnað verður um nýggja Landsstýrið og teirra ætlanir tey næstu fýra árini og klokkan 10 verður nýggja tingið sett.

Kringvarp Føroyar sendir beinleiðis frá tíðindafundinum og tá ið Løgtingið verður sett.

News.fo og Norðoya Portalurin ynskir øllum hjartaliga tillukku og ein serlig heilsan til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: