Landsliðið til Bergen Swim Festival 2018, heldur enn Danish Open

Í morgin seinnapartin fer føroyska svimjilandsliðið við Atlantic Airways til Bergen, har tey fer at luttaka í Bergen Swim Festival 2018.
Fyri Ægir luttaka, Sólva A. Sigðursson, Barbara Debes, Rebekka Trygvadóttir, Signhild Joensen og Rókur Trygvasson.
Venjarin hjá Ægir Jaime Arroyo verður eisini við á túrinum sum landsliðsvenjari.
Var og tók nakrar myndir av Ægir svimjarnum í kvøld og tað var sera gott lag á teimum
Hetta skrivar SSF um túrin. Tit frættað meira um stóru svimjikappingina teir næstu dagarnar.
Sum flestum kunnugt, so er vandi fyri stórum verkfalli ella verkbanni á danska arbeiðsmarknaðinum, um somu tíð sum Danish Open 2018 skal vera í Keypmannahavn. Svimjisamband Føroya hevur tí tikið avgerð um heldur at senda úttiknu svimjarar til Bergen Swim Festival 2018, sum í ár er sama vikuskifti sum Danish Open.
Hetta er snøgt sagt til at binda um heilan fingur, tí tað skal nokk vísa seg at hetta ætlaða verkfall ella verkfall ikki verður, ella at tað verður steðgað aftur so gott sum beinanvegin. Hetta tí at tað sambært hóttanunum kemur at meira ella minni lamma alt Danmark, íroknað møguliga flogferðslu og allar svimjihallir í Keypmannahavn.
Men, nú tað enn bar til at broyta ætlan, hava vit í Svimjisambandinum valt at gera tað, og í staðin senda hópin til hesa stevnu í Bergen. Tí at hon lukkutíð í ár er júst sama vikuskifti sum Danish Open, og tí at hon hartil bestemt ikki er nøkur verri stevna, við góðari kapping í stásiligu Alexander Dale Oen arena.
Sum nevnt fyri svimjarunum og øðrum, so vildi tað ringasta av øllum verið, um vit valdu at halda áfram og satsa uppá at einki verkfall ella verkbann varð í Danmark, fyri síðani at staðið við øllum hópinum í Danmark, uttan møguleika fyri ein gang at sloppið í eina svimjihøll at venja.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur