Landskassin hevði tjent hundratals milliónir um hann ognartók veiðirættindi

Nýggi eykaskatturin á sølu av veiðuloyvum, ger tað sera attraktivt at ognartaka, fyri síðan at selja á uppboðssølu

Nýggja skattalógin í samband við sølu av fiskirættindum ger, at ognartøka nú verður rættuliga bílig og serdeilis attraktivt.

Útrokningin er sera einfald. Vit seta virði til 1 milliard, tí tað sum hava áhuga í ognartøka tosa altíð um stór tøl. Um vit ímynda okkum, at virðið av veiðuloyvunum er 1.000 milliónir, so skulu 350 milliónir gjaldast í skatti av hesum. Tí verður tað, sum landskassin skal endurgjalda 650 milliónir.

Og tá ber til at ognartaka loyvið fyri 650 milliónir og síðan selja tað aftur á uppboðssølu fyri 1.000 milliónir. Sostatt hevði ein ognartøka av hesum hugsaða veiðuloyvi givið 350 milliónir í eykainntøkum til landskassan.

Næsti spurningur er so, um Høgni og Aksel, við nýggju skattalógini, kundu funnið uppá at ognartikið veiðurættindi og selt tey á uppboðssølu, uttan at bíða til 12 ár eru farin?

Eivind Jacobsen
Strendur

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author