Landsfelag pensjónista tekur undir við Fólkaflokkinum

LANDSFELAG PENSJÓNISTA TEKUR UNDIR VIÐ FÓLKAFLOKKINUM👍
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið, har dupultskattingin av Samhaldsfasta verður avtikin.
Í løtuni gjalda pensjónistar skatt av bæði inn- og útgjaldinum😲
Landfelag Pensjónista tekur undir við uppskotinum. Tað gjørdist greitt í gjár, tá felagið sendi yvirlýsing út til allar miðlarnar.
Tíverri fyri okkara pensjónistar taka Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn ikki undir við uppskotinum.
Tey ynskja at pensjónistar framhaldandi skulu gjalda skatta av bæði inn- og útgjaldinum. At dupultskattingin heldur fram.
Hetta má og skal broytast. Ongangtíð ov skjótt.
Verður uppskotið hjá Fólkaflokkinum samtykt fáa pensjónistar 2000 kr. meira at liva fyri um mánaðan. Tað er teimum sera væl unt.
Tekur tú eisini undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum?👍