Landsbankanevndin vald

Landsstýrimaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya valt nýggja nevnd fyri Landsbanka Føroya, sum eisini er Búskaparráð.

Førleikakrøv til limirnar eru: Búskaparfrøði, Fígging og kreditmeting, føroyskt vinnulív og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.

Vald eru:

Fróði Magnussen, Cand. merc., formaður
Sanna Laksá, Phd. economics
Jan Otto Holm, Cand. merc.
Helena Andreasen, Cand. merc. aud.
Johnny í Grótinum, Cand. polit
Nevndin er vald fyri 3 ár.

Fíggjarmálaráðið

Please follow and like us: