Kvinnuhúsið fær jólagávu

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, er fegin um, at Kvinnuhúsið fær knapt 800 túsund krónur í fíggjarligum styrki.

Talan er um fæið í ‘Fonden af 1989 for sociale formål på Færøerne’. Stýrið í hesum grunni avgjørdi fyrr í ár at avtaka grunnin, tí mett varð, at grunnurin ikki longur kann lúka endamál sítt. Samstundis avgjørdi stýrið, at fæið skuldi latast Kvinnuhúsinum, hvørs endamál samsvarar væl við endamálið hjá grunninum. Grunnaeftirlitið hevur nú góðkent at hetta kann verða gjøgnumført.

Landsstýriskvinnan vildi fegin, at peningurin skuldi koma Kvinnuhúsinum tilgóðar, og nú hevur Grunnaeftirlitið so góðkent, at hetta verður so.

Elsebeth Mercedis Gunneygsdóttur er fegin um, at stýrið hevur tikið hesa avgerð, og at Kvinnuhúsið tí kann fáa henda styrkin.

Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum, er takksom um hesa stórfingnu gávu: ” Hetta kann bøta um umstøðurnar hjá kvinnum og børnum, ið hava verið fyri likamligum ella sálarligum harðskapi.”

Fæið í ‘Fonden af 1989 for sociale formål på Færøerne’, á 800 túsund krónur, verður óskorið latið Kvinnuhúsinum.

Almannamálaráðið

Please follow and like us: