Fiskivinna Tíðindi

Kvikk landaði 90.000 pund til Kósina í dag

Kvikk er afturkomin til Klaksvíkar. Teir hava roynt við línu á Munkagrunninum.

Teir landaðu til Kósina og byrjaði teir at landa hann klokkan 06:00 í morgun.

Kvikk hevði 90.000 pund, tað mesta var toskur og nakað av lastini bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, tað var 37.356 pund, 24.056 pund long, 12.360 pund hýsag og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Kvikk byrjaði túr tann 1. desember.

SáH

KVIKK – ( KG 477 ) KLAKSVÍKAR HAVN 01-12-2019 11-12-2019 18.678

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *