Kvikk komin inn við 30 tonsum

Kvikk, mynd tikin tann 02.09.2022 klokkan 07:06

Kvikk er komin aftur av fiskileið. Teir hava roynt við línu á Íslandsrygginum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 30 tons. Tað mesta var blálonga, svartkalvi og toskur, 13.400 pund svartkalvi, 8.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 23. august.

Landa verður til Kósina og byrjaði teir at landa Kvikk klokkan 06:00 í morgun.

SáH

KVIKK – ( KG 477 ) KLAKSVÍKAR HAVN 23-08-2022 02-09-2022 13.670
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: